Nú verður grindalógin enn einaferð løgd fyri Løgtingið.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindaveiðimálum, fer at leggja lógina fyri Løgtingið í næstum við tí endamáli at gera avgerandi broytingar í lógini
Ein spurningur, sum hevur verið serliga umstríddur, er, at tey, sum síggja eina grind, uttan at boða frá, fáa 25.000 krónur í bót.
Serliga hevur ferðavinnan, víst á, at hetta kann styggja ferðafólk burtur. Eitt nú eru tað summi reiðarí, sum strika Føroyar sum ferðamál tí tey vilja ikki seta ferðafólk og manningar í váða, fyri at koma undir stóra bót, fyri ikki at boða frá eini grind.
Ein onnur atfinning hevur verið, at tað er sera torført at prógva, at fólk hava sæð grind.
Samstundis rakar revsingin serliga tey, sum av ymsum orsøkum ikki vilja boða frá grind, men annars ikki leggja seg út í grindadráp.
Og nú er so ætlanin at fáa Løgtingið at avtaka revsingina fyri at lata vera við at boða frá eini grind
- Fremsta endamálið við fráboðanarskylduni, er at tryggja, at sýslumannin fær boð um grindina, so at rakstur og dráp kunnu fara fram undir skipaðum viðurskiftum og at merkingin og býtið fara fram eftir forskriftunum.
Høgni Hoydal ivast eisini í, um tað er neyðugt at hava eina revsing tengda upp í fráboðanarskylduna, tí tey, sum finna eina grind, fáa nevniliga finningarhval og hann heldur, at tað er við til at tryggja, at boðað verður frá grind.
Hóast revsingin verður strikað, verður fráboðanarskyldan framvegis galdandi.
Og eru tað nøkur, sum ikki boðar frá eini grind, men sum samstundis ger onnur lógarbrot, eitt nú fer at reka grindina til havs, ella leggja seg upp í grindadrápið, skulu tey hava harðari revsing av tí at tey ikki boðaðu frá.