Nú skal ES leggja trýst á Noreg

ES eigur at steðga øllum innflutningi av fiski og fiskavørum úr Noregi.

Danskir fiskimenn eru ørkymlaðir av, at donsk skip sleppa ikki í norksan sjógv at fiska, tí at Noreg vil ikki gera sínámillum fiskiveiðisáttmála við ES fyri 2014, fyrr enn trætan um makrelin er loyst.

 

Ein roynd at fáa semju endaði í gjár uttan úrslit, og nú hevur danska fiskimannafelagið mist tolið við norðmonnum. Felagið krevur nú, at stjórnin í Keypmannahavn og ES-myndugleikarnir skulu seta forboð fyri at innflutningi av fiski úr Noregi.

 

-Tað er ein gøla, at Noreg dregur ósemjuna um makrelin upp í samráðingarnar um fiskiskapin í Norðsjónum og Skagerrak, sigur formaðurin í Danmarks Fiskeriforening, Svend-Erik Andersen, við danska kringvarpið. Tí krevur felagið nú, at stjórnin og ES-nevndin skulu banna øllum innflutningi av fiski og fiskaúrdráttum úr Noregi til ES-marknaðin.

 

Danmarks Fiskeriforening krevur eisini størri kvotur í ES-sjógvi í ár sum endurgjald fyri tað, sum vinnan hevur mist orsakað av sáttmálaloysinum við Noreg. Harumframt vil vinnan hava fíggjarligt endurgjald fyri tað, sum sátmálaloysið hevur kostað vinnuni teir báðar seinastu mánaðirnar.

Føroyar fara at gera enn eina roynd at fáa semju við ES og Noreg um makrelbýtið í ár. Eydnast tað ikki, fara Føroyar at áseta sær egna makrelkvotu.