Nú skal eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum politikki byrja

Oftani havi eg kent at mínar hugsjónir vórðu so illa traðkaðar á, av hesari samgonguni, at øðin bleiv so stór, at eg noyddist at fara uppí politikk og fáa skil á samfelagið aftur.

Oftani havi eg kent at mínar hugsjónir vórðu so illa traðkaðar á,  av hesari samgonguni, at øðin bleiv so stór, at eg noyddist at fara uppí politikk og fáa skil á samfelagið aftur. 

 

Eg haldi, at saknurin á fólkum, sum kunnu fáa skil á hetta samfelagið aftur er so stórur, at andstøðan fer fáa sera stóra undirtøku hesa ferð.  Vit skulu skapa eina nýggja tíð í Føroya søgu, har vit skapa eitt frálíkt samfelag fyri tey mongu og ikki fyri bara tey fáu.  

 

At hugsa sær, vit hava her ein framúrskarandi møguleika at fáa tað samfelagið sum vit altíð hava droymt um. Hetta fer at verða ein sera krevjandi tíð, men vit eru til reiðar at taka tað ábyrgd á okkum, sum arbeiði krevur av okkum. Vit fara at fremja tær loysnir, sum eru neyðugar fyri at skapa paradísið í Norðuraltanshavinum.

Róði Hansen Dam

Valevni hjá Tjóðveldi