Eitt av málunum, sum sitandi býráð í Sunda kommunu hevur sett sær fyri at loysa, er vetrarfriðing.
- At vetrarfriða eina so landafrøðiliga stóra kommunu, sum Sunda kommuna er, er ein sera umfatandi og samansett uppgáva at loysa. Vinnu-og umhvørvisnevndin mælti tí til at seta ein ráðgeva at gera eina ætlan fyri, hvussu farast skal fram, og hvussu vetrarfriðingin kann skipast.
Tað siga tey í Sunda kommunu í dag, har býráðið á fundi hin 28. mars samtykti at fylgja tilmælinum.
Sunda kommuna hevur gjørt avtalu við Senit um at standa fyri arbeiðnum. Senit er ein nýstovnað ráðgevingarfyritøka, sum arbeiðir við býarætlanum og heildarætlanum fyri eitt nú óbygd økir, havnaøkir, vetrarfriðing og annað.
Í Sunda kommunu vísa tey í dag á, at uppgávan hjá Sigurdi Justinussen, stjóra á Senit, verður at greina hvørja bygd sær og lýsa tørvin, útgreina ein ella fleiri møguleikar fyri, hvussu farast kann fram og gera raðfestingarlista, ið býráðið kann taka støðu til.
- Hann skal gera kostnaðarmetingar, arbeiðs-og tíðarætlanir. Hann skal eisini sammeta og heinta íblástur aðrastaðni og vísa á fyrimunir og vansar við vetrarfriðing.
Lagt verður aftrat, at arbeiðið at gera eina vetrarfriðingarætlan er mett at taka fýra mánaðir, og avtalan er, at Senit skal handa Sunda kommunu hesa ætlan hin 1. september 2022.
- Ætlanin er, at hetta álit skal verða ein handbók hjá umsitingini og býráðnum at brúka í arbeiðnum at vetrarfriða alla Sunda kommunu.