Tað er nú eitt gott ár síðani, at bólkurin Býarsavnsvinir varð stovnaður. Endamálið var at savna pengar inn til býarsavnið hjá Birgari Johannesen – sum tað hevði hug at kasta frá sær, tí hann fekk onga hjálp frá býráðnum í Havn.
– Ikki kann sigast annað, enn at nógv hava teknað seg um lim. Hópur av peningi er fingin til vega, sum var heilt neyðugur, um býarsavnið ikki skuldi lata aftur, sigur Jan Christiansen, sum var stigtakari til bókin.
Jan Christiansen vísir á, at Birgar byrjaði býarsavnið heilt einsamallur, og at hann rindaði eisini allan raksturin í fleiri mánaðar úr egnum lumma.
– Kommunan lat sum einki, sjálvt um Birgar fleiri ferðir gekk inn á gólvið í Ráðhúsinum fyri at fáa onkran at vakna og síggja týdningin av býarsavninum, menn gakk. Men, tá politikarnir sóu, hvussu nógv havnarfólk tóku undir við Birgari og teknaðu seg sum lim í hesum felagnum, vaknaðu tey fólkavaldu og samtyktu at yvirtaka rakstrarútreiðslurnar av savninaum, skrivar Jan Christiansen til limirnar í Facebook-bókinum.
– Endamálið er rokkið, og hava Birgar og eg avgjørt at steðga innsavningini av peningi. Veit ikki heilt rættuliga, hvussu nógv er komið inn, men tað er heilt nær teimum 50.000 krónunum. Birgar hevur í dag biðið BankNordik um at lata kontuna aftur og steðga øllum flytingum. Tann peningur, ið er eftir á »bókini« verður allur brúktur til ymisk smáting, ið Birgar nýtir til at betra um savnið, sigur Jan Christiasen, sum harvið takkar teimum, sum bjargaðu býarsavninum.
– Vit ynskja tykkum eitt gott nýggjár, heilsa Birgar Johannessen og Jan Christiansen.