Nú skal Bjørgfríð Ludvig stjórna Havnini

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta Bjørgfríð Ludvig í starv sum nýggju kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.

 

Hon tekur við starvinum eftir Ingibjørg Berg, sum hevur røkt starvið seinastu árini. Ingibjørg Berg hevur sagt seg úr starvi.

 

Bjørgfríð Ludvig er ikki ókend í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu. Hon hevur áður røkt starvið sum miðfyrisitingarstjóri í kommununi í seks ár.

 

Bjørgfríð Ludvig er 46 ára gomul og útbúgvin cand. scient. adm. og seinastu árini hevur hon verið aðalstjóri í Vinnumálaráðnum. 


Fyrr hevur Bjørgfríð eisini verið fyrisitari í Vinnuhúsinum, serfrøðingur í Menningardeildini í Føroya Sparikassa og fulltrúi og deildarleiðari á Løgmansskrivstovuni.