Apple hevur verið við til at kollvelta tøknina, sum vit brúka í gerandisdegnum, við iPhone, iPad og øðrum vørum.
Nú er líkt til, at Apple hevur nýggjar kollveltingarætlanir.
Stjórin í Apple, Tim Cock, hevur fleiri ferðir nevnt, at eitt snilt ur er á veg frá Apple, og seinastu boðini eru, at Apple Watch verður á marknaðinum í apríl.
Tim Cock sigur, at hann brúkar urið hvønn dag, og hann kann ikki liva uttan tað longur.
Urið er fyrsta nýggja vøruslag frá Apple síðani 2010, tá ið fyritøkan kom við iPad, so spenningur er stórur um, hvussu urið fer at verða móttikið, og um fólk ynskja sær meira snilda tøkni – nú um handliðið.
Aðrir tøknifyritøkur sum Samsung, LG og Sony hava havt snild ur á marknaðinum, men tey hava ikki fingið gjøgnumbrot enn. Roknað verður við, at Apple kann broyta hetta.