Nú sita formenninir og samráðast

Klokkan 10 hittust formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Sambandsflokkinum á fyrsta samráðingarfundi

Nú eru realitetssamráðingarnar farnar í gongd. Tað merkir, at nú samráðst flokkar, sum halda seg kunnu skipa eina samgongu eftir løgtingsvalið hósdagin. 

Fólkaflokkurin hevur fingið samráðingarleiðsluna, og Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, boðsendi Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkin á fyrsta samráðingarfundin, sum byrjaði klokkan 10 í morgun í hølunum hjá Løgtinginum í bygninginum hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Men fyri tað um flokkarnir eru farnir undir samráðingar, so er einki avgjørt enn, og nógvar boðar og flúrar eru inni undir landi, tá slíkar samráðingar eru. Men tá Fólkaflokkurin byrjar við hesum, so er tað uttan iva tí, at hetta er tann samgongan, sum Fólkaflokkurin best sær fyri sær.

 

Myndir: Samgongusamráðingar

 

Allir teir stóru flokkarnir hava tosað um breiða samgongu – og nú Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann aftur kann samstarva við Fólkaflokkin, so eru størstu avbjóðingarnar hjá teimum stóru flokkunum millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin. Teir hava einaferð samstarvað, tað frá frá 1989-90, og tað gekk ikki serliga væl.

Skuldi hendan royndin at skipa samgngu miseydnast, so gita vit, at Tjóðveldi verður boðsent í staðin fyri Sambandsflokkin – um talan skal vera um eina breiða samgongu.

Eitt er í øllum førum vist, fyri at endurgeva ein royndan politikara: »Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt«.