– Støðan er álvarslig og nærum ógjørligt er at fáa føroyskar handverkarar til verkætlanir. Tí møta vit til samráðingar við okkara egna lønarkarmi, sum lyftir lønirnar upp á eitt støði, ið er kappingarført við útlandið, sigur formaðurin í Føroya Handverkarafelag.
Suni Simonsen vísir á, at nevndin hevur fingið heimild frá aðalfundinum í Føroya Handverkarafelag at áseta sín egna lønarkarm undan sáttmálasamráðingunum við arbeiðsgevararnar í heyst.
Les eisini: Vit mugu fáa meira í løn
Við hesi heimild fer nevndin nú at finna útav, hvat er ein hóskandi og kappingarførur lønarkarmur fyri teir umleið 1000 limirnar í felagnum.
– Lønirnar mugu og skulu upp á eitt støði, soleiðis at flestu handverkarar ikki fara av landinum at arbeiða. Tað má bera til at varðveita føroyskar handverkarar í Føroyum, sigur Suni Simonsen.
1.juli kom í gildi broytingin í útlendingalógini, sum ger at eitt nú handverkarar úr øllum ES-londunum frítt kunnu koma til Føroya at arbeiða, soleingi arbeiðsloysið er undir seks prosent. Formaðurin í Føroya Handverkarafelag ásannar, at hetta nýggja amboðið kann vera brúkt av arbeiðsgevarunum, um so er at lønarkrøvini frá føroysku handverkarunum gerast ov høg.
– Men eigur tað ikki at vera pláss fyri føroyskum handverkarum í Føroyum, tá nóg mikið av arbeiði er, spyr Suni Simonsen retoriskt.
Føroya Handverkarafelag hevur sagt upp sáttmálarnar á privata arbeiðsmarknaðinum at fara úr gildi 1. oktober.
Hoyr samrøðu við Suna Simonsen við at trýsta á pílin undir myndini.









