Nú sæst ordiliga at tað er komin ferð á

Talið á útlendskum ferðafólkum veksur, men tað eru færri føroyingar, sum ferðast í egnum landi

Nú sæst av álvara, at ferð er aftur komin á ferðavinnuna. Hagstovan hevur gjørt uppm hvussu nógv fólk hava gist á gistingarhúsum. Og tey siga, at serliga er sjón fyri søgn, at fleiri útlendsk ferðafólk eru í Føroyum, enn tað hava verið, men harafturímóti er talið á føroyingum, sum gista á gistingarhúsum kring landið, fallið.

 

Í mai í ár vóru 29.586 gistinætur á gistingarhúsunum kring landið, og tað er góðar 19.100 gistinætur fleiri enn tað vóru í mai í fjør ár. Og tað eru eisini slakar 17.700 gistinætur fleiri enn tað vóru í 2019, sum var áðrenn korona – og sum annars eisini var tað árið, ferðavinnan í Føroyum setti met.

 

Gistinætur vísir, hvussu nógv fólk gista, og hvussu leingi tey gista. Gista 10 fólk í tríggjar nætur, eru hetta 30 gistinætur. Talið á gistingum í mai í ár var næstan líka stórt, sum tað var á hásumri, ella í juli, í fjør, sum annars er besti mánaður nakrantíð, tí tá vóru yvir 31.200 gistingar á gistingarhúsunum kring landið.

 

Men tølini hjá Hagstovuni vísa eisini, at tað eru gistingarhúsini í Havn, sum fara við øllum vøkstrinum, tí í mai mánað eru næstan 90 prosent av gistingunum á gistingarhúsum í høvuðstaðnum – og tað er sama myndin, sum hevur verið leingi.

 

Tá koronufarsóttin herjaði, vóru færri útlendsk ferðafólk í Føroyum, men, tá gjørdu føroyingar nógv burtur úr at ferðast í egnum landi, og tað vóru føroyingar, sum áttu lívið í gistingarhúsunum í 2020 og í fjør.

 

Nú eru fólk farin at ferðast aftur, men í mai í ár høvdu føroyingar bara 12 prosent av av gistináttunum, har teir høvdu yvir 50 prosent í mai fjør. Í mai í fjør áttu føroyingar 5.430 gistinætir og ferðafólk úr øðrum londum áttu bara góðar 5.000 gistinætur. Í mai í ár eiga føroyingar 3.615 gistinætur og útlendingar eiga eiga slaka 25.971 gistinætur.

 

Tað eru serliga danir, sum koma til Føroyar at ferðast, tí teir eiga 46 prosent av gistináttunum, Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av kømrunum verður brúktur. Í mai í ár vórðu sløk 80 prosent av kømrunum brúkt, men í mai í fjør var talið 31 prosent.