Nú sær út til at gongd kemur á aftur

Hetta seinasta árið hevur vøksturin verið 0,8 prosent – men nú sær út til at gongd er komin á aftur

Í februar í ár vóru 27.200 fólk til arbeiðis kring landið – og tað eru 250 løntakarar, ella 0,8 prosent meiri enn fyri einum ári síðani. Hagstovan sigur, at talan er um 13.900 menn og 13.300 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 50 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør, so munurin ímillum kynini er minkaður.

 

Hagstovan sigur, at hesi seinastu tvey árini hevur vøksturin í løntakaratalinum verið avmarkaður. Talið fall fyri tveimum árum síðani og síðani hevur vøksturin verið avmarkaður. Men nú sær út til, at gongd er komin á aftur og at talið aftur er farið at veksa.

 

Vinnubólkurin, sum eitur almennar tænastur, er framvegis nógv størsti vinnuvegur í landinum, tí nú arbeiða sløk 10.300 fólk í hesum vinnubólkinum – og vøksturin hevur verið veksandi. Bólkurin, sum eitur privatu tænastur, er næststørsti vinnuvegur, tí har arbeiða 8.700 fólk og eisini tann bólkurin er farin at veksa aftur eftir eitt ógvusligt fall í 2020, tá ið korona legði alt lamið.

 

Í byggivinnuni minkar løntakaratalið framvegis, men tó sær minkingin nú út til at vera avtakandi og har arbeiða nú 4.200 fólk. Í fiskivinnuni og aðrari tilfeingisvinnu, eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum bólkunum, men síðani aldudalin í 2011 sæst ein greiður vøkstur. Hesi árini er løntakaratalið í hesum vinnugreinabólkinum vaksið umleið 600 løntakarar, úr 3.500 løntakarrum upp í 4.100.