Nú rýkur Van Gaal

Tað tykist ógvuliga sannlíkt at Louis Van Gaal hevur staðið á odda fyri Manchester United fyri seinastu ferð

Tað gongst serstakliga illa hjá enska stórfelagnum,Manchester United, fyri tíðina. Manchester United tapti í dag triðja dystin á rað í Premier League, og ikki síðani 21 november, hevur Manchester United vunnið ein fótbóltsdyst.

 

Manchester United spældi í dag á útivølli móti Stoke, og tapti dystin 2-0, eftir at Stoke skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki.

 

Fyrsta málið í dystinum kom tá gott og væl tjúgu minuttir vóru spældir. Memphis Depay skuldi skalla bóltin aftur til málverjan, har skallarin tó miseydnaðist, og ein Stoke leikari kom ímillum. Stoke leikarin spældi bóltin uppá tvørs til Bojan Krkic, sum lættliga skoraði til 1-0.

 

Sjey minuttir seinni økti Stoke um munin. Eftir eina frísparkskombinatión, endaði bólturin hjá eysturríska Marko Arnautovic, sum ikki gjørdi mætari enn at smekka bóltin í málið til 2-0.

 

Manchester United royndi í seinna hálvleiki at trýsta Stoke, tó uttan úrslit.

 

Tískil vann Stoke dystin fult uppiborið 2-0, og lítil ivi man vera um, at Manchester United venjarin, Louis Van Gaal, hongur í tunnum tráðið í løtuni. Tað tykist so mikið sannlíkt at hann fær sekkin í kvøld ella í morgin, at fleiri av veddingarfyritøkunum hava tikið vekk, at man kann spæla uppá at Louis Van Gaal rýkur sum Manchester United venjari.

 

Móti endanum av dystinum kom hetta eisini til sjóndar, tá Manchester United áskoðararnir sungu ”José Mourinho”, sum fleiri ynskja til nýggjan venjara.

 

Stoke – Manchester United 2-0 (2-0)

1-0         Bojan Krkic, 19.

2-0         Marko Arnautovic, 26.