Nú restar lítið í hjá Jarnbardi at vinna FM

6-mannafør kvinnur: Sigurin í Sørvági í dag ber við sær, at Jarnbardur er tvey stig frá FM heitinum

Tað er ikki púra greitt, at Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum Knørri hevur vunnið FM heitið, men tað skal heilt nógv venda øðrvísi á ólavsøku, enn tað ger nú, um Jarnbardur ikki skal vinna FM.

 

Í dag vann Jarnbardur eins tryggan sigur á vestanstevnu í Sørvági, sum báturin hevur vunnið allar hinar ferðirnar í summar. Jarnbardur  legði seg beinavegin á odda, og tað var skjótt, at blái báturin var leysur av hinum. Fremsti og einasti avbjóðarin var Froðbingur, sum endaði tvær bátslongdir aftanfyri Jarnbard og nógvar bátslongdir frammanfyri Sundabátin, ið greitt vann kappingina um bronsuplássið ímóti Páll Fanga.

 

Jarnbardur hevur 42 stig, og næstur honum er Froðbingur, sum hevur 36 stig. Munurin millum tveir teir fremstu bátarnar er seks stig, og tað ber við sær, at Jarnbardur á ólavsøku og í heimasjógvi fer at vinna FM, um úrtøkan verður í minsta lagi tvey stig. Men sjálvandi ætla tær á Jarnbardi sær eisini at vinna á ólavsøku.

 

-

 

1Jarnbardur (RK)05:01.42
2Froðbingur (FSR)05:06.45
3Sundabáturin (NHR)05:18.44
4Páll Fangi (KRF)05:26.40
5Sjóherji (Tindur)05:39.37
6Gongurólvur (HR)ET
7Hvessingur (HSR)ET

 

stavnur.fo

 

1Jarnbardur (RK)42
2Froðbingur (FSR)36
3Sundabáturin (NHR)30
4Páll Fangi (KRF)23
5Sjóherji (Tindur)18
6Tvørabáturin (FSR)3
7Sjódrekin (Skála)1
8Gongurólvur (HR)0
9Hvessingur (HSR)0