Í morgun vórðu kranarnir skruvaðir frá, og nú rennur vatn í langhylin í Pálshøll í Vági.
Tað tekur nakrar dagar at fylla hylin, og tað verður gjørt hesa vikuna, og tá vikusiftið kemur, koma fólk frá Myrtha Pool at seta reinsiskipanir og annað í gongd.
Pálshøll var um vikuskiftið karmur um brúðarvígsluna hjá Maluni Vitalis Bærendsen og Pál Joensen, sum Pálshøll ber navn eftir. Karmarnir eru snøggir, og kring høllina er nú hampað, so økið uttanfyri nú eisini tekur væl út.
Hevur ein hug, so ber til at síggja myndir á www.svimjihollin.com