Tað hendir so javnan, men kortini er tað líka irriterandi hvørja ferð - hjá teimum, sum koma út fyri tí, væl at merkja ...
Vit tosa um bilar, sum brádliga missa pláturnar, antin tí tryggingin ikki er goldin ella av aðrari orsøk.
Tá vit tosaðu við løgregluna fyrrapartin mánadagin segði Tormóður Mouritsen, vakthavandi, at teir júst høvdu fingið eina áheitan frá Tryggingarfelagnum Føroyar, um at klippa pláturnar av 182 bilum.
Áheitanirnar koma javnan til løgregluna, sum tí ikki skal út við einum stórum lista at klippa plátur.
Skipanin millum tryggingina og løgregluna virkar soleiðis, at boðini um at klippa pláturnar ikki verða send løgregluni fyrr enn ársfjórðingurin gjaldast skal fyri, er næstan farin.
? Bileigarin fær fyrst tvær áminningar um, at tryggingin ikki er goldin, har hann samstundis verður biðin um at gjalda, alt fyri eitt. Ger hann ikki tað fær hann enn eina áheitan, sum eisini sigur, at rindar hann ikki tryggingina, verður løgreglan biðin um, at klippa pláturnar av bilinum, greiðir Tormóður frá.
Men hvussu langa freist hava bileigararnir at gjalda í frá tí at tit hava fingið áheitanina, til kliprt verður.
? Í veruleikanum eru allar freistir farnar, tí vit eru í tí ársfjórðinginum, sum kravt verður fyri, og tí eru allar freistir farnar fyri langari tíð síðani, men eru tey skjót, so er ikki óhugsandi, at tey klára at gjalda tryggingina áðrenn løgreglan kemur á vitjan, sigur Tormóður Mouritsen.
Hann gevur annars bileigarunum, sum gjalda tryggingina nú, at leggja sær kvittanina í forrútin á bilinum, soleiðis at hon sæst klárt og týðuliga.
? Gera tey tað, so er ikki óhugsandi, at vit lata vera við at klippa, sigur Tormóður, Mouritsen.
Hann vísir annars á, at tey, sum hava møguleikan, kunnu støkka inn á gólvið á nærmastu løgreglustøð, fyri at vísa fram kvittanina og soleiðis tryggja sær, at løgreglan hevur fingið boðini.
Sum nevnt er økið kring løgreglustøðina í Havnini tað, sum hevur flest bileigarar, sum hava »gloymt« at gjalda trygging.
Listin sær annars soleiðis út: Havnin 77, Runavík, 48, Klaksvík, 25, Tvøroyri 21, Vestmanna 5, Sandur 4 og Miðvágur 2. Bygda- og býarnøvnini vísa til løgreglustøðirnar og ikki at tað t.d. eru 25 klaksvíkingar, sum ikki hava goldið trygging.