- Vilja føroyingar og íslendingar ikki boyggja seg, fer ES at seta tiltøk í verk.
Tað gjørdi Maria Damanaki, ES fiskivinnuráðharri, sum er á myndini, greitt eftir fund við fiskimálaráðharrarnar í ES í dag.
- Vit hava bíðað í trý, fýra ár og nú eru vit í eini støðu, vit ikki longur kunnu góðtaka, segði Damanaki eftir fundin í dag, sambært TV2.
- Vit verða noydd at seta revsitiltøk í verk eftirsum Føroyar og Ísland ikki vilja samstarva, legði hon afturat.
Sostatt fer ES nú undir at fyrireika handilstiltøk ímóti føroyingum og íslendingum í eini roynd at noyða føroyingar aftur til samráðingarborðið.
Danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, staðfestir fyri TV2, at onki er at ivast í, at undirtøka er í ES ráðnum fyri at boykotta Føroyar og Ísland, í fyrru atløgu í sambandi við fiskiskapin eftir sild, men í øðrum lagi helst eisini í samband við fiskiskapin eftir makreli.
Hon sigur, at tað verður um tvær vikur, tann 31. juli, at ES fer at atkvøða um handilstiltøk ímóti Føroyum.
Hon staðfestir, at skal nakar møguleiki vera at sleppa undan handilstiltøkum, verður neyðugt, at Føroyar og ES setast við samráðingarborðið at finna eina semju.
ES hevur boðað frá, at tey eru sinnað at setast aftur við samráðingarborðið, um so er, at føroyingar eru sinnaðir at slaka.
Eisini føroyingar hava boðað frá, at vit eru sinnaðir at samráðast.
Tí er Mette Gjerskov varliga bjartskygd, sum hon sigur, um at vit sleppa undan handilstiltøkum.
Hon endurtekur fyri TV2, at Danmark fer at atkvøða ímóti handilsforðingum ímóti Føroyum.
Men hon endurtekur eisini, at endar trætan við handilsforðingum, kann Danmark eisini koma í ta støðu, at Danmark noyðist at boykotta Føroyar.