Javnaðarumboð í Vágum roynir í blaðgrein eftir blaðgrein at niðurgerða okkum aðrar í vónini um, at fólk skal gloyma at Javnaðarflokkurin er størsta mótstøðan móti einum føstum sambandi um Vestmannasund.
Men hesin átti at vita, at vágafólk hava ikki gloymt stóra fundin á Giljanesi, tá 200 vágafólk hoyrdu Henrik Old, vegna Javnaðarflokkin lova, at allur Javnaðarflokkurin skuldi atkvøða fyri at seta pening í fast samband um Vestmannasund.
Heldur ikki hava vágafólk gloymt, at hesin í somu øði fór til Havnar og sum einasti flokkur á løgtingið atkvøddi Javnaðarflokkurin, allur sum hann var, ímóti føstum sambandi um Vestmannasund.
Landssjúkrahúsið fyrst
Eftir atkvøðuna boðaði Jóanes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, frá, at grundin til at flokkurin var ímóti, var, at sambandið um Vestmannasund var nóg gott og at fyrst mátti Landssjúkrahúsið útbyggjast, nýggj ferja til Suðuroyarsiglingina og aðrar eftir hansara metan meiri týðandi íløgur gerast, áðrenn talan var um at brúka pening í Vestmannasundi.
Øll tey politisku valfeløgini í Vágum avtalaðu at ávirka sínar flokkar í løgtinginum, og tað sást týðiliga, hvør gjørdi sítt arbeiði til fulnar og hvør flokkur virkar fyri einum føstum sambandi.
Fólkaflokkurin fyri
Fólkaflokkurin var sum einasti flokkur við seks atkvøðum fyri og ongari ímóti, flokkurin, sum bjargaði milliónunum til fasta sambandið. Samtykt varð at seta 20 mió. kr. í grunn, umframt 60 mió. kr. á íløguætlanina næstu 3 árini, og harvið er grundin løgd og komandi samgonga fær sett arbeiðið í gongd.
Javnaðarumboð í Vágum royna nú at billa vágafólki inn, at flokkurin er fyri føstum sambandi um Vestmannasund, men tá tú ikki kanst líta á javnaðarfloksins orð miðskeiðis í einum valskeiði, hvussu kanst tú so líta á tey upp undir eitt val?
Hóast javnaðarumboð væl skiljandi nísta, so kann eg ugga tey við, at sleppur Javnaðarflokkurin uppí eina Fólkaflokssamgongu, sleppur javnaðarflokkurin ikki undan at gjøgnumføra fast samband um Vestmannasund.