Um ikki so langa tíð fáa vit eitt veruligt gjøgnumbrot í arbeiðnum at fáa eitt betri samstarv ímillum Føroyar og ES. Tað væntar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Í hesum døgum er hann á á ST aðalfundi í New York og tað høvið hevur hann brúkt til at fáa fund í lag við Frans Timmermans, varaformann í ES nevndini.
Løgmaður sigur, at arbeiðið at tryggja Føroyum betri samstarv við ES, gongur væl og hann væntar at samstarvið verður styrkt í næstum. Hann sigur, at á fundinum við varaforsetan í ES-nevndini, gjørdi hann vart við, at tørvur er á einum betri og meiri tíðarhóskandi samstarvi ímillum Føroyar og ES. Í hesum sambandi vísti løgmaður til brævaskiftið, hann hevur havr við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES nevndini.
– Vit nærkast av álvara okkara stóra máli um at leggja samstarvið við ES til rættis av nýggjum. Tað hevur verið arbeitt sera miðvíst við málinum alt valskeiðið, sigur løgmaður. Og hann sigur, at hann tekur ikki munnin ov fullan tá ið hann sigur at, at hann bæði vónar og væntar, at vit, um ikki alt ov rúma tíð, fáa eitt gjøgnumbrot, sigur Bárður á Steig Nielsen í tíðindaskrivi eftir fundin við Frans Timmermans.
Landsstýrið vil menna eitt sterkari og meira fjøltáttað samstarv við ES. Ítøkiliga verður arbeitt við at tryggja eitt tættari og betri skipað samstarv sum heild, umfrmat at bøta um handilsviðurskiftini, sigur Bárður á Steig Nielsen. Her hugsar hann um at útvega okkum betri atgongd til ES-marknaðin og so at vit sleppa undan tollforðingum, tá ið vit útflyta við ES.
– Við nýggju heimsstøðuni í huga, hevur tað stóran týdning at styrkja samstarvi við lond og felagsskapir, sum standa fyri somu demokratisku virðum, sum vit gera í Føroyum, sigur løgmaður. Vit mugu eisini leggja nógv fyri í royndunum at fáa so góðar marknaðartreytir sum yvirhøvur gjørligt við hesi londini, leggur hann afturat.
– Tað eru 25 ár síðani, at handilssáttmálin við ES varð gjørdur, og tí er tað stundin komin at dagføra okkara handilsviðurskifti við ES. Okkara samstarv á fiskiveiðuøkinum, og innan gransking, skal eisini styrkjast. Harumframt vilja vit menna samstarvið innan talgilding, grøna orku, útbúgving og mentan, vísir løgmaður á.
Seinni í dag skal løgmaður á fund við írska forsætisráðharran, Micháel Martin. Á fundinum fara partarnir at umrøða sínámillum samstarv umframt tilgongdina við at styrkja viðurskiftini ímillum Føroyar og Evropasamveldið.