Nú nærkast Sement

Tilmelding til tónleikakappingina Sement er nú opin.

Tónleikakappingin, Sement, verður í Reinsarínum 15.-16. og 22.-23. maj, og tilmeldingni er nú opin.

 

Tað er Margarinfabrikkin í Havn, sum skipar fyri kappingini í samstarvi við Reinsaríið.

 

Fyri at luttaka eru ávísar treytir, sum skulu vera uppfyltar:


Bólkurin ella einstaklingurin, skal ikki hava givið nakað út áður.

Hvør bólkur/einstaklingur fær 15 minuttir á palli – har í minsta lagi tvey egin løg skulu verða framførd.  Allar sjangrur eru vælkomnar.

 

Vinnarin fær gávubræv á tríggjar dagar í upptøkuhølunum hjá Bloch Studio - við tøkningi, umframt eitt gávubræv frá Simme Musikkhús.

 

Seinasta freist at melda til er 13. maj á midnátt.

 

Í fjør vóru tað Lyon & the Colourstorm, sum vunnu Sement.