Tað sigur Kári Johansen, býráðslimur í Havn, sum eisini er formaður í havnarnevndini.
Hann sigur, at tey gera mátingar av óljóði frá skipum, og at tey, sum hava ov nógvan gang við sær, fáa at vita, at tey sleppa ikki innaftur.
Tað nýggjasta um agregatið, sum skal veita landstreym er, at tað er næstan liðugt at framleiða, at tað skal testast í næstu, og at kemur til landið um mánaðarskiftið, sigur Kári Johansen.
Talan er um ein bjálvaðan kassa við einum ljósmotori, sum skal veita skipum streym.
– Um hetta eydnast væl, so fara vit víðari. So er spurningurin, um vit skulu keypa ella leasa fleiri slík agregat – ella um vit skulu lata hesa tænastu víðari til onkran undirveitara.
Hendan loysnin er ikki við streymi frá SEV. Tá skal eitt størri arbeiði gerast.
– Men vit mugu seta okkum saman við SEV fyri at finna eina loysn við landstreymi. Tað er ein størri uppgáva, sum allar kommunur í Føroyum sjálvandi ikki hava somu áhugamál í, tí tað eru bara nakrar fáar kommunur, sum hava havnir við skipum. Tað kann heldur ikki vera rætt, at allar hinar kommunurnar skulu gjalda fyri tað, vísir Kári Johansen á.











