Nú mugu onnur traðka til

Eg haldi vit skulu síggja hetta sum eina felags verkætlan, sigur Tróndur Vatnhamar um Meðan vit bíða

Tróndur Vatnhamar, útvarpsvertur, er ein teirra, sum fer at savna pening til átakið Meðan vit bíða.

 

Les eisini Skulu savna pening inn til fátøk         

 

- Nú tá vit síggja, at politiska skipanin ikki hevur megnað at lyft tey børn, sum eru fátøk her í Føroyum, úr fátækraváða, so mugu onnur traðka til. Og eg vil fegin vera við til at hjálpa teimum. Men eg haldi, vit skulu síggja hetta sum eina felags verkætlan. Allir føroyingar kunnu stuðla hesum, og geva sítt íkast til tey børn, sum ikki hava ráð til tað, sum vit onnur meta sum eina sjálvfylgju. Hetta er eitt einastandandi høvið hjá fólki, at gera ein veruligan mun, sigur Tróndur Vatnhamar.

 

Tróndur Vatnhamar vónar at fáa hjálp frá vinum og kenningum.

Eg fari fyrst og fremst at heita á øll, sum eg kenni, um at stuðla. Um mínir 3000 Facebook vinir stuðla, so ger tað alvorliga mun. Tað skal vera kul at geva. Men eg fari eisini at skipa fyri nøkrum stuttligum tiltøkum, sum varpa ljós á átakið, sigur hann.

 

Les eisini Vón er fyri framman

 

Les eisini Mugu varpa ljós á

 

Les eisini Umráðandi at vit øll hava gott

 

Les eisini Tey sum hava nóg mikið kunnu geva øðrum