Nú mugu onkrar alarmklokkur ringja

Hetta gongur ikki longur og nú má broyting koma í

- Kunnu vit ikki hava avlop í landskassanum í hesum tíðum, nær kunnu vit so?

Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at nú mugu onkrar alarmklokkur ringja.

- Hetta gongur ikki longur, leggur hon afturat.

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum vil hava loyvi frá løgtininum at læna 155 milliónir til landskassan. Av teimum skulu 135 milliónir brúkast til hallið í ár og 20 milliónir skulu brúkas til at lúka minstukrøvini til gjaldførið hjá landskassanum.

 

- Sum støðan er nú, skuldi ein trúð, at vit eru í einum fíggjarligum aldudali, heldur Kristina Háfoss

Men soleiðis er ikki, tí veruleikin er, at vit eru í eini rúkandi framgongd og kunnu vit ikki hava yvirskot í landskassanum í tíðum sum hesum, nær skulu vit so hava tað, spyr tingkvinnan fyri Tjóðveldi.

- Tá ið vit hava tikið hetta lánið er skuldin hjá landskassanum komin upp á seks milliardir.

 

Í 2006 var skuldin hjá landskassin komin niður á 3,3 milliardir, men síðani er hon vaksin.

- Í dag er skuldin áleið tann sama sum hon var tá ið kreppan í nítiárunum var í hæddini

 

Kristina Háfoss staðfestir, at rentan er søguliga lág. Men ein skuld á seks milliardir, merkir, at hækkar rentan bara eitt prosent, hækka útreiðslurnar hjá landskassanum 60 milliónir um árið og hækkar hon tvey prosent, hækka útreiðslurnar 120 milliónir.

- Og her eru vit ikki so frægt sum byrja at rinda avdráttir enn. Men skulu vit rinda skuldina aftur eftir 20 árum, kostar tað landskassanum 300 milliónir um árið.

 

- Hetta er sum eit kavablak, sum er farið á rull og veksur seg størri og størri og  alt hetta er peningur, sum ikki kemur vælferðini til góðar, sigur Kristina Háfoss.

- Vórðu pensjónirnar ikki forskattaðar, hevði hallið hjá landskassanum verið nógv hægri.

 

Samstundis er bruttotjóðarúrtøkan hækkað 3,4 milliardir frá frá 2008 til í ár, men tað løgna er, at samstundis er skuldin eisini hækka tríggjar milliardir.

 

Les eisini: Tað er harmiligt at vit noyðast at taka lán 

 

Kristina háfoss sigur, at tað góða er kortini, at skuldin er ikki meiri enn 40 prosent av bruttotjóðarúrtøkunu, so tað ber væl til at koma burtur úr støðuni.

- Men so mugu vit hava eina greiða ætlan fyri tí, og tað hava vit ikki, hóast inntøkurnar eru søguliga høgar, leggur hon afturat.