Nú mugu eisini føroyingar hjálpa flóttafólki

Vit skulu stuðla fíggjarliga, men vit kunnu eisini senda fólk og skip at hjálpa

- Nú eiga føroyingar at taka ábyrgd og hjálpa flóttafólkum.

Tað heldur Jenis av Rana, nú sorgarleikurin í Miðjarðarhavi verður varpaður inn í hvørt hús, har flóttafólk í túsundatali drukna í royndini at flýggja úr Afrika, norður í Evropa

Tí heitir Miðflokkurin nú beinleiðis á politisku skipanina, og á almennu Føroyar um at veita hjálp.


- Sorgarleikirnir, sum tíma fyri tíma verða borðreiddir fyri okkum í fjálgu stovum okkara, ávirka okkum uttan iva, og eggja okkum til at gera nakað, heldur Jenis av Rana.


Løgmaður sigur, at tað eigur sjálvandi ikki at fáa okkum at seta okkum hendur í Havn, nú løgmaður sugur, at talan um innanríkismál, og tí er tað avmarkað, hvat vit kunnu gera.


- Omanfyri allar politiskar, samfelagsligar, ella aðrar veruleikar, stendur ábyrgd okkara, sum einstøk og ikki minst sum tjóð, at veita hjálp, tá á stendur- og á øllum hugsandi økjum, sigur Jenis av Rana.

 

Hann sigur at hvørki ríkisrættarlig, ella onnur viðurskifti, eigur at forða okkum í at hjálpa fólki, í neyð

 

Jenis av Rana vil tískil hava politisku skipania til at semjast um eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu veita hjálp beinanvegin. Men vit skulu eisini semjast um, hvussu vit kunnu hjálpa framyvir, saman við teim tjóðum, sum í hesum døgum virka fyri at bøta um sorgarleikirnar, ið henda runt um okkum.



Jenis av Rana heldur, at møguleikarnir at hjálpa, eru nógvir.

- Tað mest sjálvsagda er at veita fíggjarlig. Men vit kunnu eisini senda hjálparfólk beinleiðis til eitt øki, har fólk eru í neyð og vit kunnu somuleiðis senda eitt skip okkara niður í Miðjarðarhav at hjálpa, heldur formaðurin í Miðflokkinum.