Nú hevur enn ein fólkafloksmaður boðað frá, at hann stillar ikki upp á løgtingsvalinum 8. Desembur. Tað veit KvF at siga. Hesa ferð er tað talan um Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, sum hevur boðað floksleiðsluni frá, at hann stillar ikki upp.
KvF sigur, at hetta er ein beinleiðis avleiðing av ósemjuni í flokkinum. Hann hevur tikið undir við fráfarna formannini, Christiani Andreasen vil ikki geva seg undir hin vongin í flokkinum. Áður hava fráfarni formaðin, Christian Andreasen, Heðin Zachariasen og Jógvan á Lakjuni, boðað frá, at teir stilla ikki upp aftur. Jógvan á Lakjuni hevur tó langt síðani boðað frá, at hann fer úr politikki fyri aldur.











