Nú mála tey í Vági

Gólvini í nýggju svimjihøllini vórðu liðugt stoypt í farnu viku, og nú skal málast

 

 

Við mongu sjálvbodnu kreftunum gongur við fullari ferð í arbeiðinum at gera langhylin og vælverudepilin í Vági.

 

Í farnu viku var liðugt at stoypa gólvini, og nú er klárt at mála veggir og at leggja flísar á gólvið kring 50 metra hylin og barnahylin.

 

Á heimasíðuni, www.svimjihollin.com, verður sagt, at tey nú eisini fara at leggja loft uppundir í sjálvari svimjihøllini.