Eitt lágtrýst millum Ísland og Grønland fer í ein landnyrðing og tilhoyrandi brúgvaløg fara framvið Føroyum í nátt. Síðani streymar lýggjari luft yvir Føroyar úr útsynningi. Týsdagin veksur eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum og gevur støðugari veður næstu dagarnar.
Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum frá líður eitt lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Samdrigið, men okkurt æli. Um náttina turt og klár og eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Hitin millum trý og átta stig.
Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og sólarglottar og hitin millum fimm og átta stig.
Fríggjadagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, tó eina løtu upp í eitt stívt andøvsgul, 10 metrar um sekundið. Turt og sólarglottar og hitin millum fimm og tíggju stig.
Leygardagin og sunnudagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og sólarglottar og hitin millum fimm og tíggju stig.
Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og sólarglottar og hitin millum fimm og tíggju stig.