Nú má tað almenna taka yvir

Reimund Langgaard hevur lítið til yvirs fyri alternativa uppskotinum um havrannsóknarskip, sum nú er dottið burtur. – Nú mugu vit finna pengarnar, soleiðis at tað almenna kann byggja skipið, sigur tingmaðurin

Reimund Langgaard hevur lítið til yvirs fyri alternativa uppskotinum um havrannsóknarskip, sum nú er dottið burtur. Løgtingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum hevur alla tíðina verið ímóti lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um havrannsóknarskip.

 

Sum tann einasti úr samgonguni atkvøddi hann ímóti lógaruppskotinum, tá tað kom til 2. viðgerð í tinginum 7. mai. Hin samgongutinglimurin, ið hevur givið til kennar sína ónøgd við lógaruppskotið, Jóan Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum, var ikki í tingsalinum henda dagin, og hann greiddi tí ikki atkvøðu.

 

Lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard kom ikki aftur úr Vinnunevndini, og tað dettur tí burtur, nú tingið er farið í summarfrí.


Les eisini: Havrannsóknarskipið strandaði

 

Ein støða, sum hóskar væl til politisku dagsskránna hjá Reimundi Langgaard.

 

– Eg haldi avgjørt, at vit skulu hava eitt nýtt havrannsóknarskip. Men hesin leisturin, ið landsstýrismaðurin leggur upp til, er ikki tann rætti. Eftirhondini talaði alt ímóti hesum leistinum, sigur Reimund Langgaard.

 

Løgtingsmaðurin, ið eisini er ein av fýra løgtingsgrannskoðarum, hevur leingi verið ivasamur um fíggingarleistin, ið av serfrøði verður skírdur at vera fíggjarlig leasing. Og tá spurningurin um upphavsrætt eisini tók seg upp, fleyt bikarið yvir hjá Reimundi Langgaard.

 

Hann atkvøddi tí ímóti, tá lógaruppskotið um havrannsóknarskip kom til atkvøðugreiðslu. Nú lógaruppskotið fellur burtur, heldur løgtingsmaðurin at tíðin er komin hartil, at tað almenna má taka yvir.

 

– Tað almena má taka um endan og sjálvt byggja havrannsóknarskipið, sigur Reimund Langgaard.

 

Hann hevur áður ført fram, at pengarnir til dømis kunnu útvegast við at marka part av tilfeingisgjaldinum á makrel og norðhavssild til íløguna í havrannsóknarskipið.

 

– Makrelavtalan gevur Føroyum stórar og nýggjar inntøkur. Eg haldi tað tí vera rímiligt at taka 70 milliónir inn í eyka tilfeingisgjaldi um árið, næstu trý árini. Hesar 210 milliónir skulu markast og brúkast til at gjalda fyri havrannsóknarskipið, sigur Reimund Langgaard.