Nú má løgtingið steðga við at drála

- Hetta er ein avgerandi íløga fyri at halda Føroyum saman. Suðuroyggin hevur ov leingi verið sett í bíðirøð, heldur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri

Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út? 

- Ja! Men nú má løgtingið steðga við at drála. Tað er lætt at lova – nógv truplari er at gera tað, ein lovar. Suðuroyartunnilin skal samtykkjast til fyrireiking, projektering og útboð nú, um politiski viljin veruliga er til staðar.

Tað sigur Eyðbjørn Thomsen, sum er borgarstjóri í Sumbiar kommunu. 

Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?

- Hetta er ein avgerandi íløga fyri at halda Føroyum saman. Suðuroyggin hevur ov leingi verið sett í bíðirøð. Ein tunnil er munurin á framgongd og afturgongd - á menning og fráflyting, sigur borgarstjórin. 

 

Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár? 

- Ja, men tað krevur, at vit taka avgerðina nú. Um vit aftur útseta, so er tað bara eitt annað orð fyri at lata Suðuroynna bíða í nógv ár aftrat. Tað verður ein katastrofa fyri okkum, sum liva og virka her á staðnum, sigur Eyðbjørn Thomsen. 

Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur? 

- So verða útlitini verri, punktum!

Borgarstjórin leggur dent á, at verður Suðuroyartunnilin ikki samtyktur, fer tað at merkja minni vinnulív, færri arbeiðspláss og meira fráflyting. 

- Fellur tunnilin, so fellur eisini trúgvin upp á, at Suðuroyggin verður tikin í álvara politiskt - ja, eg vil siga, at tá vísir hetta okkum, at Suðuroyggin ikki er partur av Føroyum, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er stórt tema um Suðuroynna, og her siga fleiri fólk sína hugsan um Suðuroyartunnilin, eins og ein størri samrøða er við Teit Samuelsen, tunnilsstjóra.

 

Lesið eisini - 

 

Kunnu byrja upp á Suðuroyartunnilin um tvey ár - https://www.in.fo/news-detail/suduroyartunnilin-kann-faa-storan-tydning