Nú má Karsten Hansen skera ígjøgnum

Tað eru lokalpolitikarar, sum hava bygt landið upp

- Tað verður ikki friður, fyrrenn Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur skorið ígjøgnum.

Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingstingskvinna fyri Fólkaflokkin.

 

Og tað, løgtingskvinnan úr Klaksvík, nú vil hava klaksvíkingin í heilsumálaráðnum at taka eina avgerð um sum skjótast, er, hvørjar viðgerðir skulu vera á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum, vit hava í Føroyum.

 

Í fleiri ár hevur verið tosað um at fáa eina endaliga avgerð um, hvussu virksemið skal býtast sundir ímillum sjúkrahúsini, men tað vísir seg at vera at kalla ómøguligt at koma á mál.

 

Ein orsøk til tað er, at øðrumegin halda uðuroyingar og norðoyingar rimmar fast um síni sjúkrahús og hinumegin stríðast læknarnir í Havn fyri Landssjúkrahúsinum.

- Tað verður ikki friður fyrrenn landstýrismaður í heilsumálum, Karsten Hansen sker ígjøgnum og sigur, hvat fyri virksemi skal vera á hvørjum sjúkrahúsim, sigur ELsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Og tað vil hon nú hava landsstýrismannin at gera ongantíð ov skjótt.

- Tað er ótolandi fyri allar partar at liva í óvissuni, og ikki minst hjá starvsfólkunum. Hesi hava krav uppá at vita, hvar tey skulu arbeiða ella ikki arbeiða í framtíðini, sigur løgtingskvinnan.

 

Hon staðfestir, at Karsten Hansen hevur fingið fulla heimild at taka avgerðina, tí í samgonguskjalinum stendur: Sjúkrahúsini skulu útbyggjast sambært langtíðarløguætlanini, og støða verður tikin til, hvørjar funktiónir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi.

- Landsstýrsmaðurin hevur minni enn eitt ár at fremja hetta í verki, so ætlar hann at gera álvara av og taka eina avgerð, hevur tað skund, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Í hesum sambandi vísir hon eisini á, at tað verður ofta funnist at lokalpolitikki.

 

Sannleikin er, at Føroyar høvdu ikki verið so væl útbygdar í dag uttan at lokalpolitikarar kring um landið høvdu stríðst fyri sínum øki.

- Vit høvdu helst ongan Vágatunnil havt, ongan Norðoyatunnil, onga brúgv um Streymin, ongan Norðskálatunnil, Leirvíkstunnil, tí alt var bara dottið niður á Vaglið í Havn.

 

Les eisini: Lokalpolitikkur og Klaksvíkar Sjúkrahús

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir staðfestir, at hetta er eisini galdandi fyri heilsuverkið, sigur hon

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur leingi verið ein tornur í eygunum á mongum og mong eru tey, sum vilja hava tað niðurlagt, tíverri eisini nógvir politikarar, sigur hon.