Umhugsa at leggja sak: – Vit eru djúpt skelkað

– Eingin kann ímynda sær, hvussu forferdiligt hetta var at fáa slongt upp í høvdið mitt í allari sorgini av at hava mist ein kæran, sigur avvarðandi, sum saman við øðrum avvarðandi umhugsar at saksøkja síðuna CoronaVitan, sum kemur við ógrundaðum pástandum um deyðar føroyingar

Tað er komið óvart á nógv, at ein bólkur av konspiratiónsteoretikarum alment pástendur, at 14 føroyingar eru myrdir av koronukoppsetingini. Antivaxxararnir hava navngivið 11 av hesum 14 persónum á Facebook-síðuni CoronaVitan – og tað uttan at vita nakað sum helst um veruligu deyðsorsøkina hjá hesum persónum.

 

Og nú skal tað fáa rættarligar avleiðingar. Nøkur avvarðandi at hesum navngivnu persónunum hava stungið høvdini saman og hugsa at leggja sak móti viðkomandi, ið umsitur síðuna.

 

– Vit eru djúpt skelkað av, at onkur ónevndur kann finna uppá at almannakunngera hvat viðkomandi heldur, at fólk eru deyð av, sigur ein av teimum avvarðandi, sum ikki dugir at síggja, hvat hesir koronanoktararnir billa sær inn.

 

– Vit hava so einki fingið at vita um, at deyðsorsøkin hevði nakað sum helst við koppsetingina at gera. Og um tað so var tilfeldið, so vildi eg hildið, at familjan hjá tí deyða átti at fingið tað at vitað, áðrenn ein bólkur av aktivistum. Annars er okkurt heilt galið við  trygdini í journalskipanini hjá sjúkrahúsverkinum, sigur tann avvarðandi.

 

Sjálvt um avvarðandi spyrja, um síðan CoronaVitan kann strika navnið hjá deyðum familjulimum, so verður tað ikki gjørt. Og tá avvarðandi spyrja umsitaran, hvat tey billa sær inn, so svarar CoronaVitan, at familjulimurin er dripin.

 

Á umtalaðu facebook-dagføringini hjá CoronaVitan verður sagt, at tey avvarðandi eru samsek í morði: »er man passivur og observerar, at onkur blívur dripin uttan at royna at fyribyrgja drápið, er man samsekur í morð. Tað er tí upp til tey avvarandi at taka ábyrgd«.

 

– Vit eru djúpt, djúpt skelkað av at verða løgd undir at vera samsek í morði, sum tey siga, sigur ein av teimum avvarðandi.

 

– Eingin kann ímynda sær, hvussu forferdiligt hetta var at fáa slongt upp í høvdið mitt í allari sorgini av at hava mist ein kæran. "Samsek í morði!" Eg havi ikki orð fyri tí!

 

Vit hava roynt at spurt CoronaVitan, hvør stendur aftan fyri síðuna, men viðkomandi vil ikki leggja navn til. Sigur bara, at CoronaVitan er ein hópur av fólki. Tá vit spyrja fleiri spurningar, bera tey seg undan at svara.