Fyri einum mánaði síðani vóru trý sløg av sterkum nudlum av merkinum Samyang tiknar av hillunum í Føroyum og í Danmark.
Sagt var, at at nøgdin av evninum capsaicin í hesum vørum var so høg, at ein váði var fyri, at fólk kundu fáa akuttar forgiftningar.
Stigið hjá Heilsufrøðiligu Starvstovu var grundað á forboð, sum danska Matvørustýrið hevði sett Danmark.
Eftir at danska DTU Fødevareinstituttet hevur gjørt nýggjar greiningar av nudlunum, verða tvey av teimum trimum bannaðum sløgunum nú aftur loyvd at selja í Danmark.
Tað boðar danska Matvørustýrið frá í dag.
Tað eru sløgini "2 x Spicy & Hot Chicken" og "Hot Chicken Stew".
Matvørustýrið heldur tó framvegis, at slagið "Samyang Buldak 3 x Spicy Hot Chicken" inniheldur ov stórar mongdir av capsaicin, og tí stendur forboðið ímóti tí við.