Nú kunnu nakrir ukrainar afturat fáa loyvi at vera í Føroyum

Nøkur eru dottin niðurímillum og endamálið er at hjálpa teimum

Nógv eru í eini ringari støðu eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina

Nú er ætlanin at broyta lógina so nakrir ukrainar afturat kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Í næstum fer Magnus Rasmussen, landsstýrismaður at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina. Í løtuni hava 66 ukrainar søkt um uppihaldsloyvi í Føroyum og higartil eru 64 umsóknir gignar á møt

 

Eftir lógini eru tað ukrainar, sum eru rýmdir úr Ukraina eftir 24. februar sum kunnu fáa uppihaldsloyvi. Hetta var tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina. Men landsstýrið heldur ikki, at rætt at læsa seg púra fast til hendan dagin, tí nú eru tað nøkur, sum eru dottin niður ímillum.

 

Her kann talan vera um ukrainar, sum vóru uttanlands tann dagin, kríggið brast á. Talan kann vera um, at teir hava verið í feriu, ella í øðrum ørindum tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina, men sum sostatt ikki kundu fara heimaftur. Men hesir eru í teirri støðu, at tey kunnu ikki fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Tí er ætlanin at broyta lógina so at tað eru ukrainar, sum eru farin úr landinum 1. februar, ella seinni, sum kunnu fáa uppihaldsloyvi her.

 

Magnus Rasmussen sigur, at vanliga varar einferia í útlandinum ikki longur enn hetta, og tað sama ger seg galdandi fyri onnur styttri uppihald í útlandinum. Tí verður skotið upp at broyta skeringsdagin til tann 1. februar 2022. Á tann hátt hava persónar, sum vóru í styttri feriu ella uppihaldi í útlandinum, tá kríggið brast á tann 24. februar 2022, møguleika til at fáa fyribils uppihaldsloyvi, sigur hann.

 

Nógv eru í eini ringari støðu eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina