Tað skal vera lættari at skifta telefelag í Føroyum.
Tað setti undanfarna samgonga sær fyri, tí mett varð, at tað fór at herða kappingina ímillum Vodafon og Føroya Tele, sum eru tey bæði telefeløgini, vit hava í Føroyum.
Eitt, sum fólk hava illneitast á, er, at sum støðan er nú, ber ikki til at skifta ímillum Føroya Tele, og Vodafon, uttan at fáa nýtt telefonnummar.
Men ein táttur í hesi royndini at herða um kappingina er nettupp, at tá ið viðskiftafólk flyta ímillum tey bæði feløgini, skal tað uttan hóvasták bera til at fáa tað gamla telefonnummarið við sær.
Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at orða eina kunngerð sum ger tað til eitt krav, at tey, sum skifta veita, skulu kunna fáa nummarið við sær. Nú er kunngerðin send til hoyringar, so at ymsir partar kunnu gera sínar viðmerkingar til tað.
Men endamálið er, at kunngerðin skal koma í gildi nú á nýggjárinum og hetta verður galdandi fyri bæði fastnet, fartelefonir, og fastnet VoIP.
Tó kann Fjarskiftiseftirlitið gera undantøk tá ið tað snýr seg um ávís serlig nummur, ið eru umbiðin til serligar tænastur.