Nú koyrir Farice aftur

Tað elvdi til høvuðbrýggj hjá Føroya Tele, tá brek kom á Farice-kaðalin, samstundis sum slit er á Shefa-kaðalinum.

Vanliga er tað so, at Shefa og Farice-kaðlarnir veita dupulta trygd til føroyskar internetbrúkarar, men stutt eftir at Shefa slitnaði fyri góðari viku síðani, kom eisini brek á Farice-kaðalin. Fyri tveimum árum síðani keypti Føroya Tele Cantat- kaðalin, so hesin kundi vera eyka trygdin, um bæði Shefa og Farice vóru óvirknir í senn, men Cantat hevur langt ífrá sama kapasitet, sum hinir báðir hava.

- Villan hjá Farice var í London, og tí bar eisini til at beina internetferðsluna til Íslands og víðari til Danmarkar. Hetta gjørdi, saman við Cantat-3, at internetferðslan ikki hevði so stórar trupulleikar, sum fryktast kundi. Tó hava nøkur óivað merkt, at sambandið ikki hevur verið eins gott og vanligt, skrivar Føroya Tele á heimasíðu sínari.

 

Nú koyrir Farice aftur. Shefa-kaðalin er framvegis ikki umvældur, og tí koyrir internetferðslan altso umvegis Farice og Cantat-3.