Nú kom hol á hjá Barcelona

La Liga: Meistaraheitið nærkast í Barcelona eftir ein óvanligan stórsigur

FC Barcelona hevur vunnið flestu dystirnar í ár við einum mál, men leygardagin vann katalanska stórfelagið 4-0 á Real Betis. Dysturin fekk ein slagsíðu við støðuni 1-0, tá Real Betis fekk ein spæalra útvístan. Hetta var longu eftir ein hálvan tíma.

 

Hereftir kundi FC Barcelona trygt spæla sigurin heim. Millum málskjúttarnar var danski miðverjin, Andreas Christensen. Við sigrinum er frástøðan niður til Real Madrid framvegis 11 stig, men nú mangla bara seks dystir.

 

Real Madrid greiddi sín setning og vann 4-2 á heimavølli móti Almeria.

 

1Barcelona32254359:1179
2Real Madrid32215669:3068
3Atlético Madrid32206655:2566
4Real Sociedad32177841:2958
5Villarreal321651146:3353
6Real Betis321471139:3749
7Athletic Bilbao311371142:3146
8Osasuna321281229:3444
9Rayo Vallecano3211101138:4143
10Girona311181248:4541
11Sevilla311181238:4541
12Mallorca311171330:3440
13Celta de Vigo321091338:4539
14Cádiz328111325:4435
15Real Valladolid321051729:5535
16Valencia32961735:3933
17Almería32961740:5733
18Getafe327101529:4231
19Espanyol327101538:5331
20Elche32372224:6216