Nú kemur triðja staklagið á komandi lp'ini hjá Deiggj

Deiggj hava í longri tíð arbeitt miðvíst við einari LP plátu, ið júst ber heitið TÍÐ.

Hesaferð er talan um sangin íKom lat okkum dansa, sum kemur út týsdagin 14. november 2023.

 

Lagið verður at hoyra á Spotify og Apple Music, Youtube o.ø. tónleikapallum. 

 

Nýggi sangurin Kom lat okkum dansa snýr seg um horvnan kærleika og at royna finna stevið aftur og njóta lívið saman, dansa og syngja, ístaðin fyri sita og stúra, skeldast ella gremja seg .

 

Fróði Vestergaard syngur sangin saman við Jensinu Olsen, Guðrun Sólju Jacobsen, Barbaru á Tjaldrafløtti og Páll Lave. Fróði Vestergaard eigur lagið og teksturin er skrivaður av Jógvan Andreas Joensen og Fróða Vestergaard, við í blástri frá einum teksti hjá danska Poul Kroon.

 

 

 

Deiggj geva út eina nýggja LP

 

Deiggj hava í longri tíð arbeitt miðvíst við einari LP plátu, ið júst ber heitið TÍÐ. Á plátuni eru 9 føroysk løg. Við hvørjari lp fylgir eisini við ein fløga, sum liggur inni í plátuhúsanum.  Higartil eru komnir út tveir sangir  “Hví grætur tú”, har  Guðrun Sólja Jacobsen er gestasolistur og lagiðÍ Viðarlundini.  Sangurin Hví grætur túvarð av lurtarum hjá KVF valdur sum nummar 2 til Ársins útvarpshitt 2022

 

Grundupptøkurnar eru gjørdar í Studio Block í Tórshavn, og síðan hevur bólkurin arbeitt víðari í Studio Deiggj, Bakkastudio á Tvøroyri og Studio Bunkarin.

 

Teknikari í Studio Block var Vinjar Egilsnes Petersen. Síðan hevur Benjamin Petersen tikið upp og miksað í Studio Bunkarin. Deiggj og Benjamin Petersen havastaðið fyri framleiðsluni. Nýggja plátan er á veg til Føroyar og meira verður at frætta seinni um plátuna.

 

 

 

Kom lat okkum dansa

 

Orð: Jógvan Andrias Joensen og Fróði T. Vestergaard  

 

Lag: Fróði T. Vestergaard

 

 

 

um tøgnin fær ræðið

 

og tyngir tær lívið.

 

kenn eftir, hvat nívir

 

og brót upp úr nýggjum.

 

kom lat okkum dansa.

 

kom rætt mær tína hond.

 

kom knýt okkum saman við fløvandi hondum.

 

 

 

er andlit títt stívnað,

 

sum frostbitin kavi.

 

slepp gleðina leysa

 

kenn hitan á varrum.

 

Kom lat okkum syngja.

 

Kom rætt mær tína hond.

 

Kom knýt okkum saman við ævigum røddum.

 

 

 

Um sárbært títt hjarta

 

og tregi í barmi.

 

Lat troystandi hugløg,

 

tá kveikja títt sinn.

 

kom lat okkum smílast.

 

kom rætt mær tína hond.

 

kom knýt okkum saman við ævigum smílum.

 

 

 

Um kroppur tín ilskast

 

og merktur av stongsli.

 

finn framaftur friðin,

 

enn er ei ov seint.

 

kom lat okkum syngja.

 

kom rætt mær tína hond.

 

kom knýt okkum saman við ævigum røddum.

 

 

 

er lívsgleðin viknað

 

og kærleikin horvin.

 

kveik innara neista

 

og fevn tína tráan.

 

kom lat okkum dansa.

 

kom rætt mær tína hond.

 

kom knýt okkum saman við fløvandi hondum.

 

 

 

lat vónina ráða

 

og tøgnini basa

 

lær teg at sáa

 

í gleðini heysta

 

kom lat okkum gleðast.

 

kom rætt mær tína hond.

 

kom knýt okkum saman við ævigum bondum.

 

 

 

Lagt til rættis:                  Deiggj og Benjamin Petersen

 

Fróði T, Vestergaard       sang og synth

 

Jensina Olsen                   sang

 

Guðrun Sólja Jacobsen  kór

 

Pætur Mohr Dam            Orgul

 

Páll Holm Lave                 el- gittar, kassagittar og kór

 

Sverri Heinesen               bassgittar

 

Rani H. Christiansen       trummur og perc.

 

Benjamin Petersen         banjo

 

Mastering: Daniel Bacigalupi í Nashville

 

Teknikarar: Vinjard Egilsnes Petersen og Benjamin Petersen

 

Útgáva: TUTL

 

 

 

Leinkja til lagið https://bfan.link/kom-lat-okkum-dansa