Nú kemur standmyndin av Andreu Árting

Á eykabýráðsfundi í gjár játtaði býráðið teir síðstu pengarnar, sum restaðu í

Eftir ætlan skuldi standmyndin av Andreu Árting, sum í nógv ár var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, avdúkast á kvinnudegnum 8. marts í ár. Tað er Edward Fuglø, sum hevur gjørt standmyndina, sum skal standa í Steinatúni.

 

Tað bleiv hon tó ikki. Í einum tíðindaskrivi í marts boðaði kommunan frá, at orsøkin var, at bronsustoyparíið, sum skal gera standmyndina, hevði boðað frá, at hetta fór ikki at halda. 

 

Men nú kann standmyndin skjótt avdúkast. Á eykabýráðsfundi í gjár játtaði býráðið teir síðstu pengarnar, sum restaðu í at fíggja verkætlanina – kr. 1.275.000.

 

Samlaði kostnaðurin fyri standmyndina er kr. 2.795.000.