Nú kemur nýtt krav fyri tey sum arbeiða við børnum og ungum

Endamálið er at bjarga børnum og ungum undan kynsligum ágangi

Frá í morgin, mikudagin 1. juni, verður tað at krav, at tey, sum hava størv, har tey hava við børn undir 15 ár at gera, skulu hava eina reina barnaváttan, sum prógv fyri, at tey ikki hava verið uppi í málum um kynsligan ágang ímóti børnum.

 

Eftir nýggi lógini um barnaváttan ir skulu almennir stovnar, kommunalir stovnar, feløg, felagsskapir, og onnur fáa barnaváttanir til vega, áðrenn fólk verða sett í starv, ella verða sett til ávísa uppgávu, har tey hava beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár.

 

Er tað onkur, har barnaváttanin vísir, at ein er dømdur fyri kynsligan ágang ímóti børnum, er tað ólógligt at seta viðkomandi í starv. Er talan ikki um ein beinleiðis dóm, men um eina skuldseting, ella eina ákæru, sum er slept, fyri at nevna eitt dømi, skal arbeiðsgevarin gera eina ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum føri. Her skal metast um, hvussu talan er um so álvarlig viðurskifti, at viðkomandi ikki eigur at vera saman við børnum

 

Kortini kunnu frávik gerast, men tað er bara í einum einstøkum føri. Eitt dømi er, har aldursmunurin er sera lítil, eitt nú, har ein, sum er 15 ella 16 ár, og ein, sum akkurát ikki er fyltur 15, hava kynsligt samband. Í summum førum kann tað í ávísum førum, metast at vera linnandi umstøður, sigur Løgtingið.