– Aggregatið kom til landið fyri tveimum vikum síðani, og vognur og annað komu í síðstu viku. So skal tað samlast, og so mugu vit finna út av, hvør skal hava tað undir hond.
Soleiðis greiðir Kári Johansen, formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu frá, tá vit enn einaferð spyrja hann um aggregatið, sum havnarnevndin, sum sæt undir seinasta býráð bílegði.
Kári Johansen greiðir frá, at sum er hava tey ikki fólk til at umsita aggregatið, og tí er okkurt tey skulu finna út av tí viðvíkjandi.
Aggregatið skal standa á einum flytbarum vogni, so tað kann flytast millum havnirnar – og um tað endiliga skuldi verið kundi tað eisini verið leigað út til aðrar havnir uttan fyri kommununa.
Havnarnevndarformaðurin visti ikki nágreiniliga at siga okkum, hvat hetta aggregatið kostaði, men at tað kostaði milliónir.
Kári Johansen viðgongur, at hetta er ein dýr íløga, og at tað ikki loysir trupulleikan við landsstreymi.
– Hetta klárar bara eitt skip, ella kanska tvey, um tey liggja tætt saman. Men vit mugu fina út av avbjóðingini við landsstreyminum, tí hetta loysir ikki trupulleikan.
– Har mugu kommunurnar, sum eiga SEV, upp á banan. Vit mugu samráðast, tí tað eru ikki allar kommunur, sum hava brúk fyri landsstreymi.