Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar nógvan vind og kava restina av vikuni.
Seinnapartin í dag verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum fimm og átta stig.
Fyrrapartin hósdagin verður strúkur í vindi av útsynningi og yvirhøvur turt, men seinnapartin nakað minni vindur og ælingur, partvís kavi. Hitin millum tvey og fimm stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og kavaælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum eitt og fýra stig.
Leygardagin verður hvassur vindur av suðri og útsynningi og regn, sunnudagin hvassur vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum trý og sjey stig.
Eitt brúgvalag yvir Føroyum fór í morgun norðureftir, meðan eitt lágtrýst vi Ísland fer í nátt norðureftir og dýpist. Kuldabrúgvin haðani kemur móti Føroyum.










