Selmar Nielsen Arkitektar hava staðið fyri nýggju tekningunum av virkseminum í Bacalao. Í gjár vóru ætlanirnar við sonevnda Sjóvinnuhúsinum lagdar fram.
- Vit gera Bacalao til eitt hús til frítíðaraktivitetir, sigur Selmar Nielsen og nevnir svimjing, vatnland og wellness miðstøð. Eisini er ætlanin at skapa innandura spæliplássið, sum prátað hevur verið um í eina tíð.
- Eisini verða rørslurúm, høli til tennis, squashbanar og ein lítil golfsimulator, eins og rúm til klatring og síging. Alt hetta verður nú samlað á einum stað, sigur Selmar Nielsen.
Húsið er væl egnað til hetta og kann fáa nýtt lív á hendan hátt. Hann liggur eisini mitt í býnum, og hetta er tí eitt gott stað at leggja hesar aktivitetirnar, sigur hann.
Karakterurin av bygningum skal tó varðveitast og styrkjast. Talan er tó um at lata bygningin meiri upp, serliga út móti havnalagnum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Selmar Nielsen greiða frá.