Nú kemur hjálparpakkin til náttarlívið

- Nú verður seinasta hond løgd á uppskotið um hjálparpakka til náttarlívið, og uppskotið verður borið niðan í tingið seinni í hesum mánaðinum, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Magnus Rasmussen.

 

- Uppskotið verður borið niðan í løgtingið, nú tingið kemur saman aftur, sigur landsstýrismaðurin.

Fyrst í desember heitti løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, á eitt nú náttarlívið um at lata aftur klokkan 23, tí mett varð, at hetta var neyðugt, soleiðis sum koronu-støðan í landinum var.

 

Náttarlívið tók hesa áheitan til eftirtektar, og á fundum við umboð fyri náttarlívið, fingu hesi politiskt lyfti um, at ein hjálparpakki fór at koma, sum kundi hjálpa teimum at bera inntøkumiss.

 

Spurningurin, sum náttarlívið náttúrliga hevur sett sær, er, nær ein hjálparpakki fer at koma fyri tingið, nú ein mánaði er liðin, síðan løgmaður kom við sínari áheitan.

 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, sum umsitir hetta málski í landsstýrinum, sigur við In.fo í dag, at nú verður seinasta hond løgd á uppskotið um hjálparpakka til náttarlívið.

 

- Uppskotið verður borið niðan í løgtingið, nú tingið kemur saman aftur seinni í hesum mánaðinum. Fyrsti tingfundur verður týsdagin hin 25. januar, og fleiri tingfundir eru settir á skrá.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at sjálvandi liggur tað ikki í hansara makt, nær uppskotið verður endaliga samtykt, men hann vísir á, at løgtingið ofta hevur arbeitt skjótt, tá talan hevur verið um hjálparpakkar.

 

- Eg fari at gera alt fyri, at uppskotið, sum veitir styrk til náttarlívið, kemur í tingið seinni í hesum mánaðinum, soleiðis at tað kann viðgerast og samtykkjast skjótast tilber, sigur Magnus Rasmussen.

 

Landsstýrismaðurin ynskir at takka náttarlívinum fyri, at tey hava víst ábyrgd og soleiðis hava verið við til at hildið koronu-støðuni á einum støði, sum sjúkrahúsverkið hevur kunnað livað við.

 

- Eg vóni, at vit sum myndugleiki nú megna at rætta náttarlívinum eina hjálpandi hond, sum eg eisini haldi, at tey hava uppiborið eftir hesa longu tíð, sigur Magnus Rasmussen.

 

 

 

 

 

 

 

- Uppskotið verður borið niðan í løgtingið, nú tingið kemur saman aftur, sigur landsstýrismaðurin.