Nú kemur frostið

Seinast í vikuni fer hitamátarin at krúpa niður um frostmarkið, boðar DMI frá.

Eitt lágtrýst yvir Norðhavinum grynnist. Mánanáttina kemur eitt lágtrýst inn yvir Føroyar av suðri og frá týsdegnum blæsa kaldir vindar oman yvir Føroyar av norðri.

 

Í dag verður fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, seinnapartin gul til andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt fyri tað mesta og onkur sólglotti, men út á dagin dregur saman um. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin enn meiri upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, men mánanáttina makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk og snarar í ein sunnan og útsynning, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av útsynningi og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin snarar í ein eystan og landnyrðing og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst regn, men seinni klárar í og sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein útnyrðing og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Skýggjað fyri tað mesta og ælaveður og hitin millum 4 og 8 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum spakuliga øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga heglingur, og hitin millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt æli, lutvíst við vátaslettingi ella heglingi, og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt æli, lutvíst við vátaslettingi ella kava, og hitin millum frostmarkið og fimm stig, í støðum beint undir frostmarkið.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vindi av norðri, 8 til 13 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul og snarar í ein útnyrðing, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn, vátaslettingur og kavi, og hitin millum trý kuldastig og trý hitastig.