Mánadagin fer at bera til at taka niður føroyska koronupassið á telefonina. Føroyska talgilda koronapassið verður lætt og ókeypis hjá øllum við føroyskum p-tali at fáa sær. Tú fært koronupassið á corona.fo. Koronupassið vísir upplýsingar um koppsetingar og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi.
Tað vita tey á Sjúrahúsverki Føroya at siga í kvøld.
- Føroyska koronupassið er enn ikki endaliga góðkent í ES, men vit hava fingið at vita, at góðkenningin kemur í næstu viku. Tí kunnu fólk enn ikki brúka koronapassið, tá tey ferðast millum lond. Boðað verður alment frá, tá endaliga góðkenningin frá ES er komin, verður lagt aftrat.
Á Sjúkrahúsverki Føroya vísa tey á, at neyðugt er at hava Samleikan hjá Talgildu Føroyum fyri at brúka koronapassið. Samleikin er lykilin, sum tryggjar, at tú fært atgongd til koronapassið í telefonini, soleiðis at tú kanst vísa tað fram, har tað er neyðugt.
- Talgilda koronapassið er ein felags evropeisk loysn, ið skjalprógvar, at borgari er koppsettur, tá ferðast verður í ES og Schengen londum. Koronapassið kann takast niður á fartelefonina, sum tú hevur við tær uttanlands.
At enda verður sagt í tíðindaskrivi frá Sjúkrahúsverki Føroya í kvøld, at til ber at rita inn á sítt koronapass við at brúka Samleikan sum lykil. Ein QR kota lesur inn upplýsingar um tína koppseting og koronukanning, sum tú kanst vísa fram, tá ferðast verður um landamørk.