Í morgin, hósdagin kemur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, til Føroyar. Tað boðar Landsstýrið frá beint nú. Og longu seinnapartin hósdagin hava Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum og Jeppe Kofod fund í Tinganesi. Á skránni fyri fundin verða viðurskiftini ímillum Føroyar og ES, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.
Fríggjadagin skal danski uttanríkisráðharrin hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd og eisini verður vitjað hjá Bakkafrosti á Glyvrum.
Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur fríggjadagin seinnapart.