Nú kappast Súsanna á súkklu

Eftir at hava havt eitt sabbatár frá allari harðari venjing, er Súsanna Skylv Sørensen komin væl í gongd aftur, og á Bermuda kappast hon í súkkling.

Á Oyggjaleikunum í Álandi í 2009 var renning á skránni hjá henni, og ta ferðina eydnaðist henni at vinna silvur í 10.000 metra renning.

Súsanna hevur eitt nú roynt seg í triathlon, renning og súkkling, men so tók hon eitt sabbatár, har hon helt frí frá hørðu venjingini, ið var blivin ein lívsstílur.

– Nú er tað blivið stuttligt aftur at venja og at kappast, tí eg eri nógv meira avslappað nú, enn eg var. Eg haldi tað vera superfeitt at venja, sjálvt um tað er meira avslappað nú sigur hon.

Í síðstuni hevur hon vant nógv á súkkluni, og á Bermuda skal hon í morgin súkkla 60 kilometra landavegssúkkling, og týsdagin er 30 kilometra einkultstartur á skránni.

– Eg veit ikki, hvat hinir súkklararnir liggja, men eg veit, hvat eg sjálv kann. So má eg bara vóna, at tað er nóg mikið til at liggja uppi í toppinum, sigur Súsanna.

Hon vónar, at hon kann endurtaka silvurið frá Álandi – hesaferð bara á súkkluni – og tá hon verður spurd, um hon er líka góður súkklari sum rennari, er svarið púra ivaleyst: Ja!