Sprotin og Miðlahúsið hava gjørt eina avtalu, sum inniber, at tað nú er gjørligt at sprota orð á in.fo.
Á breddanum í høgru síðu, undir starvslýsingunum, er nú komið ein nýggjur teigur, har til ber at skriva tað orðið, ein ynskir at sprota. Síðani verður tú førdur inn á síðuna hjá Sprotanum, har úrslitini verða víst.