Búnaðarstovan og Runavíkar kvøldskúli skipa fyri yrkisskeiði innan landbúnað í samstarvi við Mentamálaráðið. Hetta skeiðið byrjaði hóskvøldið hin 26. september.
Skeiðsfrálæran fer fram á Búnaðarstovuni, men av tí, at so stórur áhugi er fyri skeiðnum – har umleið 50 næmingar hava teknað seg - verður undirvíst á netinum eisini.
Skeiðið er tvey kvøld um vikuna frá klokkan 19-22 og er fram til seint í mai 2014.
Samstarv er gjørt um hølir, har tú kann fylgja undirvísinini á nettalvu, eitt nú á Sjónámi í Klaksvík og í Skúlanum við Løkin í Runavík, men onkur av næmingunum sita heima og fylgja netundirvísingini við teldu - og enntá er onkur av næmingunum til skips, men fylgja tó undirvísingini við teldu.
Næmingarnir fara til próvtøku í øllum lærugreinum, og til seinast ger hvør næmingur eina verkætlan. Hetta skeiðið gevur førleika til at festa øll festi uttan mjólkneyt, treytað av, at næmingurin hevur neyðugan praktiskan førleika.
Tá vitjað varð á Sjónámi í Klaksvík, sótu fimm sera áhugaðir næmingar í rúmligari stovu við hvør sínari teldu og skrivaðu niður frá undirvísingini, sum gekk fyri seg á nettalvuni – við ongum lærara, men við góðari ljóðgóðsku frá Búnaðarstovuni í Kollafirði. Teksturin og myndirnar broyttust, sum undirvísingin leið - alt eftir, hvat lærarin einar 60 kilometrar burtur í vegalongd greiddi frá.
So, nú koma tveir tilstundandi bøndur úr Gerðum, Andras Joensen og Óli Jacobsen, at gerast bøndur umvegis telduna.
Á myndini eru tað Óli Jacobsen, Andras Joensen og Jørundur Hansen, saman við øðrum næmingum sum tilstundandi bøndur umvegis netið og telduna.
Tekstur & mynd: Dávur Winther.