Valnevndin hevur góðkent navnið á flokkinum hjá fyrrverandi forsætisráðharranum og fyrrverandi floksformanni í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne.
Harvið kann flokkurin fara undir at savna neyðugu undirskriftirnar fyri at stilla upp, skrivar skrivstovuleiðarin hjá flokkinum, Jakob Engel-Schmidt på Twitter.
– So hevur Valnevndin góðkent floksnavnið »Moderatarnir«. Innanríkisráðið hevur sett í gongd innsavningina av undirskriftum, og allar skulu vera vælkomnar.
– Hinvegin skilji eg tað eisini væl, um fólk vilja bíða, til floksskráin verður almannakunngjørd eftir kommunuvalið, skrivar hann.
Lars Løkke Rasmussen misti valdið við fólkatingsvalið í 2019. Eftir harða uppgerð í Vinstra sama heyst fór hann frá sum floksformaður í Vinstra eftir hart trýst frá baklandinum í flokkinum.
Seinni fór hann ú rflokkinum og hevur stovnað Moderatarnar. Flokkurin hevur sum mál at fevna um miðjuna í donskum politikki fyri at halda ytstu vongunum frá ávirkan.
Tá hann kunngjørdi navnið grundlógardagin skrivaði hann soleiðis:
– Ein moderatur flokkur, sum kann kyrra viðurskiftini millum reyða og bláa vong. Ein moderatur flokkur, sum skilir av álvara, at stígur í einum heimi, sum flytur seg framá, er tað sama sum afturgongd.
– Ein moderatur flokkur, sum torir at taka upp trupul kjak og ikki letur seg stýra av hissini fólkahýri.
Við danska politiska miðilin Altinget hevur Lars Løkke Rasmussen lagt dent á, at hann fer at stýra flokkinum og politikkinum:
– Tað er við støði í teimmum virðum, sum eg standi fyri. Og teir karmarnir eru ikki at kjakast um, segði hann við miðilin.
Tað krevjast 20.182 undirskriftir frá veljarum fyri at sleppa at stilla upp til Fólkatingið í Danmark. Tað svarar til ein 175. part av øllum gyldugum atkvøðum við síðsta fólkatingsval.
/ritzau/











