Bosniski áleyparin hjá KÍ, Kenan Hajdarević, hevur roynst væl í venjingardystum fram ímóti kappingarbyrjan, men vegna vantandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi var hann ikki við, tá ið KÍ spældi 1-1 ímóti TB í fyrsta umfari av Effodeildini.
Nú røkist tó fyri, at hann verður at síggja á vøllinum sunnudagin, tá ið KÍ fær vitjan av FC Suðuroy. Øll pappírini eru nú í lagi hjá Kenan Hajdarević, váttar nevndin hjá KÍ í dag.
25 ára gamli áleyparin spældi seinast við danska AB, men hevur áður spælt í donsku Superliguni við AC Horsens og SønderjyskE.









